Skaldsøga hjá Rakel Helmsdal á vágskálini

Skaldsøga hjá Rakel Helmsdal á vágskálini
”Dreymsótt” eitur nýggj skaldsøga eftir Rakel Helmsdal, sum Sprotin gav út 24. august í ár. Henda skaldsøgan verður ummæld í sendingini Vágskálini mikudagin kl. 17.05
Skaldsøga hjá Rakel Helmsdal verður løgd á vágskálina mikudagin
Mynd: Farlit  
 
23.10.2023 - 12:41

”Dreymsótt” er ein øðrvísi føroysk framtíðarsøga, sum teknar eina ræðumynd av Føroyum um góð 10 ár.

Søgan røkkur fram til 2036, og júst tá eru 10 ár liðin, síðan føroyingar tóku loysing, og 16 ár eru farin, síðan korona fór at herja 12. mars í 2020, og Føroyar gjørdust kúgandi eftirlitssamfelag.

Aðrar tílíkar dystopiskar skaldsøgur í heimsbókmentunum eru m.a. ”1984” eftir George Orwell frá 1949 og ”Fagri nýggi heimur” eftir Aldous Huxley frá 1932.

Sámal Soll, cand mag. í enskum og rithøvundur, og Sanna Klein, bókmentafrøðingur, ummæla ”Dreymsótt” mikudagin kl. 17.05.

Uni Arge leggur til rættis.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: í útvarpinum
Nær: mikudagar kl. 17.05

Vágskálin er útvarpssending við ummælum, sum verður send í vetur. Tveir ummælarara verða við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Brot verða at hoyra burturúr tí, sum ummælt verður. Afturat bókum kunna sjónleikir, framsýningar, serligar framførslur, og rák í tíðini verða viðgjørd. 
 

Sí video um Vágskálina:

20230905_NET_VAGSKALIN

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537