Lidnir at umvæla kaiøkið í ár

Lidnir at umvæla kaiøkið í ár
Arbeiðið í Syðrugøtu verður tikið uppaftur næsta ár
Meira verður ikki gjørt við kaiøkið í Syðrugøtu í ár.
Mynd: Eysturkommuna  
 
19.10.2023 - 14:38

Arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu er liðugt fyri í ár, sigur Eysturkommuna.

Í mai var farið undir arbeiðið at umvæla kaiøkið.

Farið var at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Tað arbeiðið er liðugt.

Síðani var farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og leggja nýtt betonglag á. Og eitt nýtt betonglag er eisini lagt á tann innasta partin av gomlu kaiini.

Ætlanin er at leggja betonglag á restina av kaiini næsta ár. 

Eisini skulu nýggj ljós setast upp og nýggj vatnføring leggast. Alt hetta arbeiðið skal alt eftir ætlan verða liðugt í 2024.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178