Gud man ráða, hvar vit drekka...!

Gud man ráða, hvar vit drekka...! (1:2)
12-10-2023
Føroyskur dokumentarur

Føroyingar hava havt eina serliga drykkjumentan. Í 1907 var á fólkaatkvøðu samtykt at banna allari sølu og útskeinking av rúsdrekka í Føroyum. Hesin stongsulin stóð við í 85 ár. Einki annað land í vesturheiminum hevði so stranga rúsdrekkalóggávu.

Frá 1908 til 1992 fekst ikki dropin til keyps í landinum uttan veikt føroyskt øl. Sterkari øl, brennivín og vín mátti bíleggjast úr útlondum. Skipanin var so mikið ólagalig, at bílagt var ofta í stórum. Av hesum stóðst mangan ótálmaður drykkjuskapur. Vóru menn í uppisetri, vóru góð ráð dýr. Nógvir seldu svart, men tað var ólógligt.

Samstundis sum ráðini í 60-árunum batnaðu vaks rúsdrekkanýtslan í stórum. Serliga var tað hitt sterka ølið, sum føroyingar fóru at drekka. Í 1961 drukku føroyingar 175.000 litrar av øli, í 1969 540.000 litrar. Ølklubbar vórðu stovnaðir, men teir vóru bara fyri vaksnar menn. Ungdómurin rakst húsvillur í býnum.

Eins og í forboðstíðini í USA í 20-unum vaks í Føroyum hesi árini fram stórur marknaður fyri ólógligari rúsdrekkasølu. Stórur forvinningur var hjá ídnastu svartabørssølumonnunum. Men teir spældu við eld, tí hetta var kriminelt virksemi.

Í hesari fyrru sendingini um drykkjusiðir í Føroyum verður greitt frá allari tilgongdini fyri og eftir rúsdrekka- og útskeinkingarbannið í 1907, hvussu viðurskiftini broyttust komandi áratíggjuni, hvussu nýtslan og sølan á svarta marknaðinum vant upp á seg til politiið í 1973 gjørdi bart og fór í hernað móti tiltiknu svartabørsmonnunum í Kelduni í Havn.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

Sendingin var fyrstu ferð í sjónvarpinum á heysti 2018.

Gud man ráða, hvar vit drekka...!

Gud man ráða, hvar vit drekka...! er ein sending um drykkjusiðir í Føroyum. Greitt verður frá allari tilgongdini fyri og eftir rúsdrekka- og útskeinkingarbannið í 1907, hvussu viðurskiftini broyttust komandi áratíggjuni, hvussu nýtslan og sølan á svarta marknaðinum vant upp á seg, til politiið í 1973 gjørdi bart og fór í hernað móti tiltiknu svartabørsmonnunum í Kelduni í Havn. 

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis 

Føroyskur dokumentarur
19-10-2023
Føroyskur dokumentarur
12-10-2023