Føroyar fingið altjóða judodómara

Føroyar fingið altjóða judodómara
Andrias Sumberg fekk um vikuskiftið prógv sum altjóða dómari í judo. Hann er fyrsti føroyingur, sum fær hetta prógvið
Andrias Sumberg (t.h.) saman við Henri Petteri Mylly úr Finnlandi og Svenja Rahn Sørensen úr Norra
Mynd: Judo Føroyar  
 
16.10.2023 - 09:49

Um vikuskiftið fekk Andrias Sumberg prógv sum altjóða dómari í judo. Hann er fyrsti føroyingur, sum fær altjóða prógv, skrivar Judo Føroyar.

Andrias Sumberg hevur vant judo, síðani hann var smádrongur, og undir lestri í Danmark byrjaði hann at royna seg sum dómari, har hann tók dómaraprógv. Andrias Sumberg hevur, síðani hann kom heim aftur, stovnað Suðuroyar Judo á Tvøroyri, har hann eisini er formaður og venjari.

Seinnu árini hevur hann dømt í norðurlendskum kappingum, og í fjør byrjaði hann tilgongdina at gerast altjóða dómari. Seinasta heyst dømdi hann í tveimum altjóða kappingum, og í summar hevur hann eisini dømt í tveimum altjóða kappingum, áðrenn hann nú um vikuskiftið var uppi til próvtøku í sambandi við European Cup kapping í Malaga í Spania.

Andrias Sumberg kláraði próvtøkuna uttan trupulleikar og kann nú kalla seg altjóða dómara.

Tað hevur stóran týdning fyri Judo Føroyar, at døming er á høgum stigi, og Andrias Sumberg kemur frameftir eisini at hava ein týðandi leiklut í at læra nýggjar dómarar í Føroyum, eins og hann fær altjóða uppgávur.

Á myndini eru Henri Petteri Mylly úr Finnlandi, Svenja Rahn Sørensen úr Noreg, sum er fyrsta norska kvinna, ið gerst altjóða dómari, og Andrias Sumberg, sum er fyrsti føroyingur, ið gerst altjóða dómari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216