FM í hálvmaraton: Sólin ávirkaði tíðirnar

FM í hálvmaraton: Sólin ávirkaði tíðirnar
Sólin skein av heiðum himni, tá 124 rennarar kappaðust um føroyameistaraheitið í hálvmaraton. Rógvi Kárason og Marita Andrasardóttir vunnu, men tey vóru ónøgd við tíðirnar
06.05.2024 - 17:33

Rógvi Kárason og Marita Andrasardóttir endurvunnu føroyameistaraheitið í hálvmaraton, sum var í Klaksvík um vikuskiftið.

Tað var heitt at renna í góðveðrinum, og onkur rennari helt, at tað órógvaði tíðirnar.

Føroyameistararnir báðir vóru í hvussu er ikki nøgdir við sínar tíðir, sum vóru verri enn í fjør.

 

Topp-trý, menn:

1. Rógvi Kárason (Bragdið): 1:17:02.7
2. Oliver Granhøj (Bragdið): 1:21:33.9
3. Torbjørn Hentze (Bragdið): 1:22:20.8

Topp-trý, kvinnur:

1. Marita Andrasardóttir (Bragdið): 1:36:35.1
2. Ann Thomsen (Bragdið): 1:39:28.6
3. Lydia í Lambanum (Roysnið): 1:39:44.0

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919