Herða nú verkfallið á sjúkrahúsunum í Klaksvík og Suðuroy

Herða nú verkfallið á sjúkrahúsunum í Klaksvík og Suðuroy
Higartil hava seingjardeildir á báðum sjúkrahúsunum verið raktar av verkfalli, men nú verða fleiri deildir raktar
Verkfallið á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi verður hert fríggjamorgunin. (Savnsmynd)
 
11.10.2023 - 11:10

Sjúkrarøktarfrøðingarnir herða verkfallið aftur fríggjadagin, og nú verða m.a. fleiri deildir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi raktar. 

Tað boðar sjúkrarøktarfrøðingafelagið frá á heimasíðuni.

Verkfallið umfatar allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá fríggjadegi 13. oktober kl. átta, ið arbeiða á hesum deildum:

 

Klaksvíkar Sjúkrahús:

• Almen kirurgisk ambulatorium
• Ortopædisk ambulatorium
• Urologisk ambulatorium
• Svøvn ambulatorium

 

Suðuroyar Sjúkrahús:

• Kardiologisk starvsstova
• Pínuklinikk
• Ambulant virksemi á skurðgongini

 

Meiri verður at frætta um herda verkfallið á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV