Sleppa ikki fram um í bíðirøðini

Sleppa ikki fram um í bíðirøðini
Nógv foreldur lata børn útgreina privat, men tað merkir ikki, at tey fáa framíhjárætt í barna- og ungdómspsykiatriini
Tað er bara ein bíðirøð í barna - og ungdómspsykiatriini. Tí ber ikki til at koma fram um í bíðirøðini við eini útgreining frá øðrum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2023 - 08:20

Tað ber ikki til at koma fram um í bíðirøðini, hóast tú hevur verið til útgreiningar á privatum sjúkrahúsi uttanlands ella privatstarvandi serlækna.

Tað boðar Landssjúkrahúsið frá.

Mongu ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatriina seinnu árini hava havt við sær, at bíðitíðin at koma framat er sera drúgv. Í løtuni er metta bíðitíðin 24 mánaðir.

Tað skerst ikki burtur, at bíðitíðin setur foreldur, sum einans ynskja tað besta fyri síni børn, undir trýst. Landssjúkrahúsið hevur seinastu tíðina lagt til merkis, at fleiri foreldur velja at rinda fyri útgreiningar privat, bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Bara ein bíðirøð

Í fráboðan til foreldur og avvarandi sigur Landssjúkrahúsið nú, at tað vil gera greitt, at tað er bara ein bíðirøð í barna - og ungdómspsykiatriini. Tí ber ikki til at koma fram um í bíðirøðini við eini útgreining frá øðrum.

Øll børnini, sum hava eina ávísing, sleppa framat til útgreiningar eftir tørni. Møguligar útgreiningar, sum eru gjørdar privat, koma við í metingina á Landssjúkrahúsinum, tá barnið verður útgreinað. Tað hevur sannlíkt við sær, at sjálv útgreiningartilgongdin verður stytt eitt sindur, sigur Landssjúkrahúsið.

Hendan mannagongd kom í gildi í gjár, mánadagin 18. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444