Ísrael ætlar at leypa á Rafah - sivilfólk verða flutt burtur

Ísrael ætlar at leypa á Rafah - sivilfólk verða flutt burtur
Mett verður, at 1,3 milliónir fólk eru flýdd til Rafah, har Ísrael nú hóttir við at gera innrás
Hesi flýggja úr Rafah á rossavogni, nú Ísrael hóttir við at leypa á býin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.05.2024 - 08:16

Ísraelska verjan er farin at flyta burtur sivilfólk úr Rafah, nú hernaðarligt álop er í umbúna.

Tað boðar ísraelska verjan frá á útvarpsrásini hjá ísraelska herinum, skrivar Reuters.

Sambært blaðnum, eru bæði altjóða og palestinskir hjálparfelagsskapir kunnaðir um, at fólk verða flutt burtur.

Ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, róð í gjárkvøldið fram undir eitt hernaðarligt álop, sum er í umbúna í Rafah, og sum byrjar um stutta tíð.

Mett verður, at 1,3 milliónir fólk eru flýdd til Rafah, har Ísrael nú hóttir við at gera innrás.

Býurin er heilt har suðuri í Gasageiranum, á markinum móti Egyptalandi.

Sambært Times of Israel, verða sivilfólk biðin um at fara til eitt øki við Al-Mawasi og Khan Younis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216