Myndareportasja: Siriously Siri úr Søldarfirði

10. september læt Siri Súsonnudóttir Hansen seg í sum sítt annað ego, Siriously, og las søguna "Mishátti dunnuungin" upp fyri børnum í Norðurlandahúsinum.  

Siriously er ein drag queen, og søguløtan bleiv fyriskipað í sambandi við altjóða filmsfestivalin fyri minnilutar.  

Drag queen-søguløtan við Siriously festi í eitt umfatandi kjak um, hvørt tað yvirhøvur er rætt, at ein drag queen sleppur at lesa upp fyri børnum.  

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Onkrir politikarar fóru so langt, at teir skutu upp at yvirtaka Norðurlandahúsið í eini roynd at steðga tiltøkum sum drag queen-søguløtuni hjá Siri Súsonnudóttir Hansen. 

Í umskapanini frá Siri til Siriously hugleiðir Siri Súsonnudóttir Hansen, ið sjálv er tvíkynd, um tað at fara í leiklutin sum drag queen. Hon hugleiðir eisini um nakrar av teimum fordómum og tí fordøming, ið framvegis fylgja við, tá ið ein livir opið sum tvíkyndur og torir at standa við sítt og skilja seg burtur úr mongdini.  

»Drag er ein listaformur sum alt annað. Tú fert inn í teg sjálva fyri at spæla við okkurt, sum mann kanska ikki sleppur at spæla við í gerandisdegnum.« 

»Sum drag queen sleppur tú at vera eitt sindur meira forherðað og kanst siga ting, ið tú kanska ikki hevði sagt annars.« 

»Drag er so avgjørt eisini ein máti at taka eina uppgerð við tær siðvenjur, sum eru ráðandi í samfelagnum. Tað er líkasum endamálið.« 

»Í Føroyum er tað soleiðis, at tað skal øgiliga lítið til, áðrenn mann verður hildin at vera ov nógv.«

»Í Føroyum dyrka vit fólk, ið eru lítillátin, og sum ikki fylla serliga nógv. Mann sær tað at vera lítillátin sum eitt virði í sær sjálvum.« 

»Men um tú snakkar ella flennir ov hart ella letur teg øðrvísi í enn øll onnur, so verður tað beinavegin fatað sum ein roynd at gera seg upp ella fáa uppmerksemi.« 

»Tað býr ein vantandi trúgv millum føroyingar um, at tað finnast menniskju, ið bara eru øðrvísi. Í roynd og veru mást tú vera øgiliga sjálvglaður fyri at halda, at alt tað, ið onkur annar ger, er fyri at fáa uppmerksemi og viðurkenning frá tær.« 

»Hvat onnur halda, er tað síðsta, sum eg hugsi um, tá ið eg velji klæðir at fara í um morgunin.« 

»Mær hevur altíð dámað væl sprøklut klæðir, og eg havi altíð flent og snakkað hart. "Soleiðis er Siri," plagdu fólk at siga inni á Skálafjørðinum, har eg vaks upp, og tað varð onkursvegna bara góðtikið.« 

»Men nú, tá ið eg eri komin út sum tvíkynd, eru fólk byrjað at leggja eina rúgvu av motivum í mín máta at vera uppá, og tað er særandi. Høvdu fólk havt líka stóran ampa av hesum, um eg livdi saman við einum mannfólki? Neyvan, ha?« 

»Fyrr fluttu fólk av landinum, um tey skiltu seg ov nógv burtur úr rúgvuni. Men mann hevur havt ta fatan, at nú var tað broytt, og nú vita vit í Føroyum betur. Men so kemur ein sovorðin orrusta sum hendan um drag queen-søguløtuna, og so fer mann aftur at ivast: Er nakað veruliga broytt? Eg vil sleppa at liva og úttrykkja meg, sum eg havi hug til. Eg vil sleppa at vera Siri úr Søldarfirði, sum onkuntíð eisini er Siriously, uttan at tað liggur nakað størri politiskt motiv aftanfyri.« 

»Eg skilji ikki, at fólk fáa so ilt í reyvina av, hvussu eg livi. Kanska er tað soleiðis, at tá ið mann livir opið og frítt, sum eg geri, so umboðar mann eitt frælsi, ið nógv fólk føla, at tey ikki hava. Og tað í sær sjálvum vekir sterkar kenslur í fólki.« 

»Eg kann blíva øgiliga troytt av øllum atfinningunum og illgitingunum um, hví eg geri hetta, og hví eg eri, sum eg eri. Eg haldi eisini sjálv, at tað er pissihart allatíðina at skula verja meg sjálva og mín máta at vera uppá.« 

»Eg eigi eisini børn, og eg eri eisini ein stúrin mamma. Men eg eri stúrin um, at míni børn skulu vaksa upp í einum samfelagi, sum ikki rúmar fólki sum mær, ið eri mamma teirra. Tann tankan ræðist eg.« 

"Kjakið hevur verið sera hatursfult, og tað er øgiliga hart allatíðina at fáa at vita – eisini frá fólkum, ið tú hevur virðing fyri – at tú ert skeivur í mun til øll onnur. 

»Haturstalan tekur vónina frá teimum ungu LGBT+ persónunum, sum ikki hava tað so gott og veruliga stríðast, og tað er beinleiðis vandamikið. Við lívsroyndunum, veit eg, at tað verður betur, men tað vita tey ungu ikki enn.« 

»Eg elski fólk, har eg merki, at tey tora at vera seg sjálvi, tí eg føli, at tað er ein tryggleiki í tí. Har er einki tvætl. Harvið ikki sagt, at hesi fólk skulu vera líka sum eg, als ikki. Tey skulu bara tora at vera seg sjálvi.«

»Tá mann lesur fyri børnum, so er tað í einum jaligum anda. Tú kanst eisini framføra politiskt drag, har tú gert vart við órættvísi í samfelagnum, og tað dámar mær eisini øgiliga væl. Men tað fari eg ongantíð at gera, tá ið eg lesi fyri børnum.« 

»Til drag queen-søguløtuna verða hvørki hugflog ella søgurnar hildnar niðri av siðvenjum og mørkum. Í søguløtuni kann heimurin vera so ymiskur og fyltur við kærleika, sum vit vilja hava hann at vera.« 

»Tá ið eg fari inn í leiklutin sum Siriously og lesi fyri børnum, so yvirdrívi eg alt.« 

»Tá eri eg yvirdrivið glað, yvirdrivið jalig og yvirdrivið altumfevnandi og við upp á tað.« 

»Eg kann blíva øgiliga troytt av øllum atfinningunum og illgitingunum. Bara tað at skera allar LGBT'arar yvir ein kamb er niðrandi. Vit LGBT'arar eru líka so ymisk sum fólk flest.« 

»Tað er eingin, ið hevur ta endaligu uppskriftina uppá, hvør er rætti mátin av liva uppá. Um tað veruliga var soleiðis, so høvdu vit slettis ikki havt ymiskar persónligheitir, ymisk lív og ymisk áhugamál.«

Er kopiera