Skal verða verandi í varðhaldinum

Skal verða verandi í varðhaldinum
Maðurin er dømdur sjey mánaða treytaleysa fongsulrevsing fyri at hava havt samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár
Føroya rættur tók undir við ákæranum, sum kravdi, at maðurin skal verða verandi í varðhaldinum. (Savnsmynd)
 
06.09.2023 - 08:26

Maðurin, sum er dømdur fyri í tveimum førum at hava havt samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, slapp ikki úr varðhaldinum, tá dómurin var sagdur mánadagin.

Hann hevur verið í varðhaldi síðani 5.juli.

Føroya rættur tók undir við ákæranum, sum kravdi, at har verður hann verandi.

Maðurin kærdi tann úrskurðin til Landsrættin.

 

Tríggjar ferðir

Maðurin, sum er fyrst í tríatiárunum, er ákærdur fyri tríggjar ferðir at hava havt samlegu við gentu, sum var 13-14 ára gomul.

Hann var dømdur í tveimum málum og frídømdur í einum.

Revsingin er sjey mánaða treytaleys fongsulsrevsing.

Maðurin noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444