Krevur endurgjald fyri at sita í varðhaldi í eitt ár

Krevur endurgjald fyri at sita í varðhaldi í eitt ár
Endurgjaldskravið er 805.000 kr., millum annað hálv millión fyri mista arbeiðsinntøku
Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu kravinum frá manninum aftur. Tí er tað nú endað í rættinum. (Savnsmynd)
 
04.09.2023 - 09:15

Føroya rættur fer í morgin at viðgera endurgjaldskrav frá einum manni, sum var í varðhaldi í eitt ár fyri at smugla knappliga eitt kilo av amfetamini til Føroya.

Men maðurin, sum er dani, var frídømdur í einum nevningatingi í Føroya rætti fyri góðum tveimum árum síðani.

Endurgjaldskravið hjá honum er 805.000 kr., millum annað hálv millión fyri mista arbeiðsinntøku.

 

Vístu kravinum aftur

Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu kravinum aftur.

Tí er tað nú endað í rættinum.

Endurgjald verður ikki latið uttan nakað, um tann, sum krevur endurgjaldið, sjálv ella sjálvur er atvoldin til, at rætturin dømdi varðhaldsfongsling.

Hóast Føroya rættur dømdi mannin í varðhald í eitt ár, verður hann ikki mettur at vera ógegningur at viðgera endurgjaldskravið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444