Spyr aftur um oljuleiting undir Føroyum

Spyr aftur um oljuleiting undir Føroyum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr landsstýrismannin í vinnumálum, um tað er skilagott at broyta skattaskipanina, fyri at fáa leitingaríløgur til Føroya
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eigur fyrsta skrivliga fyrispurningin í hesari tingsetuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.08.2023 - 08:28

Oljuleiting er evnið í fyrsta skrivliga fyrispurninginum í hesari tingsetuni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr Høgna Hoydal, landsstýrismann, hvat hann hevur gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum, síðani Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi um tað sama í februar í ár.

Hon spyr millum annað, um tað er skilagott at broyta skattaskipanina í sambandi við oljuvinnuna, fyri at fáa leitingaríløgur til Føroya.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at stórur meiriluti er í løgtinginum fyri oljuleiting so Open Door-skipanin kann halda fram.

Tingkvinnan heitir á Høgna Hoydal um saman við andstøðuni at skipa fyri ráðstevnu um orkugongdina í framtíðini, og um menningina í økinum millum Føroyar og Hetland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444