Útisetin

Joe ivaðist í, um eg dugdi føroyskt
16-08-2023
Í sendingini Útisetin hesaferð tosa vit við Jóhannes Juul Olsen og Benjamin Jacobsen, sum báðir búgva í Kalifornia

Fyri tveimum árum síðani hittust Jóhannes Juul Olsen, sum í USA verður róptur Joe, og Benjamin Jacobsen í Napa í Kalifornia. Jóhannes Juul ivaðist í, um Benjamin var føroyingur, tí teir byrjaðu við at tosa enskt. Men tað vísti seg, at báðir eru føroyingar og teir hava verið vinmenn síðani. Jóhannes Juul hevur búð í USA í 51 ár og Benjamin í 21 ár.

Hoyrið her sendingina, har vit millum annað tosa við teir báðar um munir á Føroyum og USA, hví teir búgva har, sum teir búgva, hvat teir arbeiða við og hvat ið San Francisco er fyri ein býur.

Á myndini er tað Jóhannes Juul vinstrumegin og Benjamin høgrumegin.

Mynd: Kvf

 

Útisetin

Leif Láadal hittir útisetar til eitt prát um mangt og hvat. 
Hann hevur verið sendimaður Føroya í trimum londum higartil. Hákun Jógvanson Djurhuus er 4. útisetin, vit tosa við
30-08-2023
Í 3. sendingini útisetin, tosa vit hesaferð við Rógva Finnson Johansen, sum hevur búð og arbeitt í Grønlandi í 11 ár
23-08-2023
Í sendingini Útisetin hesaferð tosa vit við Jóhannes Juul Olsen og Benjamin Jacobsen, sum báðir búgva í Kalifornia
16-08-2023
Janhild Svabo Olsen hevur búð í Nýsælandi síðani 1990. Og tað er stórur munur á londunum
12-08-2023