Samandráttur í sjónvarpinum og svimjistroyming á heimasíðuni

bannari
Samandráttur í sjónvarpinum og svimjistroyming á heimasíðuni
Í kvøld klokkan 22.00 sendir Kringvarpið sending við dagsins hæddarpunktum frá Oyggjaleikunum og klokkan 18.00 verður stroymt frá svimjifinalunum í Guernsey
Føroysku íðkararnir hava úr at gera, nú einstaklingakappingarnar eru í hæddini
Mynd: Dánial Olsen  
 
12.07.2023 - 12:16

Nógv er á skránni í Guersney í dag.

Føroyingar nærkast finalum í bogaskjóting og badminton, meðan góð útlit eisini eru í skjóting. Í kvøld eru svjimjifinalur aftur á skránni, og fleiri føroyingar skulu kappast.

Í frælsum ítrótti skulu gulldreingirnir, Jónas Gunnleivsson Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss, aftur kappast - nú í yndisgreinunum.

Jónas Gunnleivsson Isaksen skal renna 200 metrar, og hann hevur bestu hálvfinalutíð. Eiri Jógvansson Glerfoss skal kappast í longdarlopi við besta tilmeldingarlopi. 

Afturat teimum báðum renna Maria Biskopstø og Rebekka Fuglø Poulsen 800 metrar, og tað ger Rúni Seloy eisini. Lydia Simonsen er í finaluni í klingruvarpi, Elisabeth H. Simonsen og Bára J. Glerfoss í longdarlopi, og Margit W. Fríðmundsdóttir skal renna 200 metra finalu. 


Oyggjaleikasending klokkan 22

Kringvarpið sendir samandrátt av oyggjaleikadegnum í sjónvarpinum klokkan 22. Harumframt stroyma vit allar finalurnar í svimjing í kvøld frá klokkan 18.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860