Hálvrunnir Oyggjaleikir: Føroyar á fjórða plássi

bannari
Hálvrunnir Oyggjaleikir: Føroyar á fjórða plássi
Nú farið er undir fjórða kappingardagin í Guernsey, eru Føroyar á fjórða plássi á heiðursmerkjatalvuni við átta gull, 12 silvur og átta bronsuheiðursmerkjum
Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 100 rygg og Eyðrið Mortensen fekk silvur í 1500 frí. Harumframt endaðu Føroyar nummar tvey í stafettini við kvinnum
Mynd: Dánial Olsen  
 
12.07.2023 - 10:49

Elisabeth Erlendsdóttir vann einasta gullið fyri Føroyar týsdagin. 

Dagin fyri lá hon við spýggisjúku, men hon fór kortini í hylin og gjørdi ikki mætari enn at vinna 100 metur ryggsvimjingina við nýggjum Oyggjaleikameti.

Tíðin var 1.01.07, og hon tók gamla metið hjá Signhild Joensen, sum var 1.01.58.

Afturat gullinum hjá Elisabeth Erlendsdóttir vunnu Føroyar fýra silvur og eitt bronsuheiðursmerki í svimjing í gjár. 


Kvinnurnar gera eisini vart við seg í fræslum ítrótti

Føroysku kvinnurnar í frælsum ítrótti hava vunnið fleiri heiðursmerki í Guernsey. 

Í gjárkvøldið vann Maria Biskopstø silvur í rimarenning og Lydia Simonsen endaði á triðja plássi í kúluvarpi. 


Skotgreinarnar aftur á sigursskamlinum

Tórur Fløtt skeyt illa í liðkappingini , men tá einstaklingakappingin var á skránni í gjár, var hann aftur í rætta lagnum.

Hann fekk einki gjørt við vinnaran Marcus Påvals, sum skeyt 115 leirdúgvur, men hann yvirhálaðu beiggjan, Jóhann Fløtt , og fór avstað við silvurinum, meðan Jóhann fekk triðja plássið.

Í trap eydnaðist Finn Ludvig at leggja silvur í einstaklingakappingini afturat bronsuni í liðkappingini. Sambært portal.fo, vann veteranurin sítt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki í 1993, men hevur ikki vunnið aftur fyrrenn hesa ferð.

Í bogaskjóting vóru Sólgerð Henriksen og Hans Petur Højgaard eitt stig frá einum shoot-off í finaluni í recurve. Tað gekk akkurát ikki, og tey taptu 5-3 fyri Gotlandi og fingu silvur. 

Samlaða heiðurmerkjatalvan sæst her.


Maria Biskopstø fekk 2. plássið í rimarenning í gjár. MYND: Dánial Olsen


Sunniva Bogadóttir var ikki heilt nøgd við sítt kast upp á 35 metrar, men hon fegnaðist kortini um silvurið í spjótkasti. MYND: Dánial Olsen


Besta úrslitið hjá føroysku kurvabóltsmonnunum kom ímóti Ynys Mon. Føroyar vunnu 69-57. MYND: Dánial Olsen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860