Heilbrigdi fingið fleiri boð frá landslæknanum

Heilbrigdi fingið fleiri boð frá landslæknanum
Sambært drúgvari frágreiðing frá landslæknanum um eftirlitið var rættiliga nógv at finnast at. So nógv, at trygdin hjá sjúklingunum er í vanda
Landslæknin staðfestir, at ikki er greitt, hvørjar førleikar og hvørja ábyrgd, starvsfólkini í Heilbrigdi hava.
 
11.07.2023 - 08:21

Hósdagin í síðstu viku gav landslæknin Heilbrigdi á Velbastað boð um at tryggja forsvarliga heilivágshandfaring og eina nøktandi akutta tilbúgving.

Nøkur onnur boð vóru eisini givin.

Sjúkrarøktarligar metingar skulu vera í lagi, tað skulu sjúkradagbøkurnar eisini vera.

Stovnurin skal hava samtykki, sum byggir á rættar upplýsingar, og ávísar reglur um starvsfólkini skulu setast í verk.

Boðini eru galdandi, til landslæknin staðfestir eftir eitt eftirlit, at gjørt er eftir teimum.

Boðini byggja á eftirlit, sum landslæknin gjørdi í Heilbrigdi 25.mai.

Eftirlitið var fráboðað frammanundan. 

 

Lars Fodgaard Møller, landslækni.

 

Sjúklingatrygdin í vanda

Sambært drúgvari frágreiðing um eftirlitið var rættiliga nógv at finnast at. So nógv, at trygdin hjá sjúklingunum er í vanda.

Atfinningar eru millum annað um, hvussu heilivágurin verður handfarin, og um reinførið á stovninum.

Sjúkradagbøkurnar vóru ikki rættar.

Landslæknin staðfestir, at ikki er greitt, hvørjar førleikar og hvørja ábyrgd, starvsfólkini hava.

Hann staðfestir eisini, at ikki er skjalprógvað, at sjúklingarnir hava fingið upplýsingar um viðgerðina, og síðani givið samtykki til, at hon verður gjørd.

Øll frágreiðingin um eftirlitið í Heilbrigdi 25.mai kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV