Feigdarboð úr Kanada

Feigdarboð úr Kanada (1:2)
06-04-2023
Ljóðmynd um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum í 1921 fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal.

William lýsir lívsleiðina hjá beiggja sínum Heina fyri vinmanninum Jørgen Frants Jacobsen soleiðis, sum hon kom til sjóndar í brævaskifti, hann hevði við beiggja sín, meðan hann var í Kanada.

Í fyrra parti hoyra vit um fráferðina úr Keypmannahavn, komuna til Halifax og ferðina til Alberta, har hann arbeiddi sum húskallur. Hann ferðast eisini um Rocky Mountains til býin Vancouver, har veðrið er lagaligari, men eisini har lúra vandarnir.

Mynd: Anker Eli Petersen

Feigdarboð úr Kanada

Ljóðmynd um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal í 1921. Hann kom heim aftur í kistu fimm ár seinni. Heini var beiggi William Heinesen, og William lýsti lívsleið hansara fyri vinmanninum Jørgen Frants Jacobsen soleiðis, sum hon kom til sjóndar í brævaskiftið, hann hevði við beiggja sín, meðan hann var í Kanada. Magni Arge legði til rættis og týddi burturúr bókini og brævasavninum “Vinaliga”.
- Ljóðmynd um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum í 1921 fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal.
07-04-2023
Ljóðmynd um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum í 1921 fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal.
06-04-2023