Sosialir miðlar skulu úr skúlunum

Sosialir miðlar skulu úr skúlunum
Happing á sosialum miðlum er ein stórur trupulleiki. Tað sigur skúlastjórin í Fuglafirði, sum heldur, at tað eigur at vera forboð ímóti snildtelefonum í fólkaskúlunum
30.03.2023 - 20:00

Børnini eru í skúlastovunum, men ofta eru tey eisini aðrastaðni samstundis. 

Vit fáa alsamt fleiri pallar at samskifa á, og tað hevur sín prís.

"Happing millum næmingar er vorðin ein stórur trupulleiki á netinum," staðfestir Berlys Carlota Cañas Toftadal, skúlastjóri í Fuglfjarðar skúla. 

Stjórin sær, at trupulleikin er vaksandi, og at tað gongur út yvir trivnaðin hjá børnunum. 

Skúlin í Fuglafirði er ikki eitt eindømi, sambært Súsonnu í Króki, SSP-ráðgeva. 

"Alt flytir seg meira yvir a netið. Vit vita,at tað er líka nógv happing á netinum sum andlit til andlits," staðfestir hon. 

Avbjóðingin er galdandi fyri allar skúlar. 

"Ja, generelt, ja,  Tað, sum hendir a netinum, flytir seg yvir í skúlan. Tað er  trupult at skilja skúlan og heimið sundir.  Tað hendir nógv í skúlatíðini, og tað hendir nógv aftaná skúlatíð," sigur Súsanna í Króki. 

SSP-ráðgevin ger eisini vart við, at tað eru eisini fyrimunir við sosialum miðlunum, tí teir kunnu skapa nýggjar felagsskapir millum næmingar, ið ikki vóru gjørligir áður. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537