Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Andrea Árting
11-01-2018
- føroyskur dokumentarur

Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 30-unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Kreppan hevði við sær, at fakfeløgini vóru undir trýsti. Hetta nervaði tó ikki Andreu. Hon var órødd, og hon segði altíð tingini beint fram - sama, hvar ið hon var. Við sínum eyðsýnda sosiala tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Føroyum í 20. øld.

Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin. Hóast hon ongantíð sat á tingi, so virkaði hon í roynd og veru sum ein sosialpolitikkari. Lønin hjá arbeiðskvinnunum var størsta partin av 20. øld væl lægri enn hjá monnunum. Hetta setti Andrea sær fyri at broyta.

Í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði. Tá hon seinni sama árið legði frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, var hon 85 ára gomul.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

Føroyskur dokumentarur frá 2018
19-01-2023
Føroyskur dokumentarur frá 2018
12-01-2023
Føroysk dokumentar stuttrøð
13-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð
12-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð
23-05-2019
Føroysk dokumentar stuttrøð
16-05-2019
- føroyskur dokumentarur
11-01-2018
Ebba Hentze var listakvinna í víðastu merking. Bókmentirnar vóru hennara kall. Hon las og skrivaði frá tí, at hon var smágenta.
08-11-2017
Kjølbro bygdi upp ta størstu og mest fjølbroyttu vinnufyritøkuna í Føroya søgu.
12-10-2017
Føroysk dokumentarsending um Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóra
16-02-2017
Dokumentarsending um Hans Jákup Højgaard, kórgandakallin av Toftum
05-01-2017