Granskari: "Harmiligt at givist verður við at ala føroyskt rognkelsi"

10.08.2023 - 08:08
InnlendisVinna
Granskari: "Harmiligt at givist verður við at ala føroyskt rognkelsi"
Í vikuskiftinum frættist, at øll rognkelsini í rognkelsisstøðini í Svínoy vóru deyð, og at Bakkafrost ikki fer at halda fram við at ala rognkels. Granskari harmast

- Sannlíkindini at fáa føroyskt rognkelsi í aliringarnar hvørvur, tá ið farið verður frá at ala rognkelsi í Føroyum.

Tað sigur Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari í Fiskaaling.

Í vikuskiftinum frættist, at øll rognkelsini í rognkelsisstøðini í Svínoy vóru deyð, eftir at tey vóru blivin sjúk, og at Bakkafrost ikki fer at halda fram við at ala rognkelsi í Svínoy.

Einasta viðmerking, sum Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, hevur í tí sambandi, er, at síðstu rognkelsini eru sett út og at arbeitt verður við at rigga støðina út til at gerast lívfiskastøð.

Talan verður um sama slag lívfiskastøð, sum tann í Skopun.

- Tað hóskar hon seg væl til, tí hon tekur sjógv inn, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Tað var í seinnu hálvu í 2019, at Sjúrður Jacobsen byrjaði at ala rognkelsi í Svínoy. Upprunaliga var tað pápi Sjúrð Jacobsen, Bjarni Jacobsen, sum lat Smoltstøðina í Svínoy byggja, og tá var arbeiðið á støðini í fleiri ár.

Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari, harmast um, at Bakkafrost gevst at ala rognkelsi í Føroyum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283