Aksel og Høgni eru ivasamir um radaran

17.02.2021 - 14:00
InnlendisPolitikkur
Aksel og Høgni eru ivasamir um radaran
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Meðan Jenis av Rana, landsstýrismaður, er væl nøgdur við tað, sum kom burtur úr fundinum við uttanlandsnevndina í dag, hevur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, somu ivamál, sum hann hevði í síðstu viku.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur seg heldur ikki at hava fingið svar upp á síni ivamál. Hann vil ikki siga, um Tjóðveldi fer at taka undir við at seta radara upp á Sornfelli.

Hóast orðaskiftið um uppskotið frá Tjóðveldi um hernaðarmálið í tinginum í dag stundum hevur verið hvast, ber væl til hjá politiskum mótstøðumonnum at siga okkurt skemtiligt við hvønn annan. Her eru Høgni Hoydal og Jenis av Rana avmyndaðir í tingsalinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537