Jenis í uttanlandsnevndina í dag

Jenis í uttanlandsnevndina í dag
Endaspælið í radaramálinum er byrjað, tí Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, er biðin at koma á fund í Uttanlandsnevndini seinnapartin
Ein avgerð í radaramálinum verður væntandi tikin í hesi vikuni. Landsstýrismaðurin er biðin at koma á fund í Uttanlandsnevnini seinnapartin
Mynd: Savnsmynd  
 
10.02.2022 - 06:49

Uttanlandsnevndin hevur biðið Jenis av Rana, landsstýrismann, koma á fund við nevndina seinnapartin í dag.

Á skránni er framhaldandi ráðførsla um lofteftirlitsradaran.

Tann ráðførslan byrjaði 9.desember í fjør.

Jenis av Rana hevur sagt, at kemur ráðførslusvarið frá Uttanlandsnevndini ikki í hesari vikuni, tekur hann avgerðina um radaran uttan tað.

Og líkt er til, at svarið kemur í hesari vikuni, tí ráðførslan um radaran er ikki á skránni fyri fundin hjá Uttanlandsnevndini mikudagin í næstu viku.  
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Nýggjastu sendingar í SV