Skal radari byggjast í Føroyum?

26.01.2021 - 18:16
InnlendisPolitikkur
Skal radari byggjast í Føroyum?
Landsstýrið hevur nú fingið meira ítøkiligt at vita um donsku ætlaninar við nýggjum radara í Føroyum
Bill Justinussen, Annika Olsen, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen eru øll limir í uttanlandsnevndini í løgtinginum.

Tað er ein partur av tí sokallaða arktiska kapasitetspakkanum hjá danska verjumálaráðnum, at ein radari skal setast upp í Føroyum.

Hann skal koma í staðin fyri sløkta radaran, sum frammanundan stendur á Sornfelli.

Danmark er undir trýsti frá USA og NATO, tí hesi vilja hava betri yvirlit yvir økið kring Føroyar og vilja síggja flogfør og skip, sum ferðast her. 

Verju-, trygdar- og uttanríkispolitikkur eru danskt málsøki og tí kunnu danir avgera sjálvir, um ein radari skal byggjast, men lagt er upp til samstarv millum londini.

Vit spyrja limir í uttanlandsnevndini um løgtingið skal fáa málið til støðutakan, og um vit eru sinnaði at lata onnur byggja ein radara í Føroyum, sum eisini hevur hernaðarligt endamál.

Luttakarar:

Andreas Krog, redaktørur á Altinget.dk, Bill Justinussen, Annika Olsen, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV