Kristina Háfoss: Norðurlandaráðið broytist í hesum døgum

Kristina Háfoss: Norðurlandaráðið broytist í hesum døgum
Stórar broytingar henda í heiminum á trygdarpolitiska økinum, og tað ávirkar eisini Norðurlandaráðið
Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2024 - 12:52

Verjupolitikkur skal vera ein partur av Helsingforssáttmálanum  tað er tilmæli, sum skal viðgerast í Norðurlandaráðnum í dag. 

Heimurin broytist, og tað ger Norðurlandaráðið eisini, sigur Kristina Háfoss millum annað í hesi longri samrøðuni um Norðurlandaráðið.

"At vit hava fingið Finnland og Svøríki við í NATO ger, at nú kunnu Norðurlond av álvara fara inn og hyggja: OK, hvat kunnu vit gera í felag fyri at skapa trygd bæði í Norðurlondum, men eisini fyri at virka fyri trygd í Evropa."

Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum

 

Eitt av tilmælunum, sum hava verið til viðgerðar í ráðnum í dag, er, um trygdarpolitikkur skal vera partur av norðurlendsku "grundlógini", Helsingforssáttmálanum.

Tilmælið var samtykt seinnapartin.

Hoyr samrøðuna við stjóran í Norðurlandaráðnum um, hvussu ráðið arbeiðir, um felags verjupolitikk og um støðu Føroya í Norðurlandaráðnum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV