Ákærd fyri at bróta lógina um marknaðarføring

18.01.2021 - 13:21
Innlendis112
Ákærd fyri at bróta lógina um marknaðarføring
Kvinnan er ákærd fyri at hava stolið upplýsingar frá arbeiðsgevaranum. Hon er eisini ákærd fyri herverk
Málið, har ein kvinna er ákærd fyri at hava brotið lógina um marknaðarføring, kemur fyri rættin í morgin

Ein kvinna skal í morgin á ákærubonkin í Føroya rætti fyri brot á lógina um marknaðarføring.

Tá hon skifti starv, tók hon upplýsingar um sáttmálar og kundar við sær, so hon kundi brúka tær til at kappast ímóti fyrrverandi arbeiðsgevaranum.

Kvinnan er ákærd fyri at hava stolið upplýsingar frá arbeiðsgevaranum. Hon er eisini ákærd fyri herverk.

Hetta er álvarsamt brot, sigur Mads Strandberg Petersen, sum er fulltrúi hjá ákæruvaldinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066