Dømd fyri frælsistøku og harðskap, men fríkend fyri rán

Dømd fyri frælsistøku og harðskap, men fríkend fyri rán
Dómarnir hjá Føroya rætti eru endaligir, tí eingin fer í landsrættin við teimum
Úr Føroya rætti. (Savnsmynd)
 
13.07.2023 - 18:00

Trý ung fólk eru dømd í málinum um rán, frælsistøku og harðskap í einum gistingarhúsi í Havn í apríl 2021.

Men tey eru fríkend fyri rán, tí rætturin heldur ikki, at tey ætlaðu sær vinning av órøttum.

Tey vóru ákærd fyri við harðskapi at noyða ein mann at flyta sær pengar, 1400 krónur.

Tey noktaðu seg øll fýra sek.

Tann eina kvinnan var frídømd, men hon var tó dømd í einum øðrum máli.

Hon fekk 30 daga treytaða fongsulsrevsing og 40 tíma samfelagstænastu fyri at leggja á eina aðra kvinnu í einum dansstaði í Havn í apríl í fjør.

Hin kvinnan, sum er fyrrverandi unnusta hjá tí órættaða, fekk fýra mánaða treytaða fongsulsrevsing og 100 tíma samfelagstænastu fyri frælsistøku og fyri vitnishóttan.

 

Treytaleys fongsulsrevsing

Annar maðurin, sum var hildin at vera tann virknasti í hendingini, fekk fimm mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap og frælsistøku.

Hann var eisini dømdur fyri onnur revsimál.

Hin maðurin fekk linari dóm. Hann fekk hin mannin at leggja knívin, hann hevði á lofti, frá sær, og fekk hann at sleppa kvørkrataki á órættaða.

Hann fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing.  

 

Skulu rinda endurgjald

Tey trý eru dømd at rinda 17.430 kr. í endurgjaldi. 

Fólkini eru fødd ávikavist í 1998, 2001 og 2004.

Dómarnir hjá Føroya rætti eru endaligir. Eingin fer í landsrættin við teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216