Jørgen lovar bæði stutttíðarloysn og heildarætlan

18.12.2020 - 13:51
InnlendisSamfelag
Jørgen lovar bæði stutttíðarloysn og heildarætlan
Ein heildarætlan má gerast um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur fingið 700 undirskriftir frá nólsoyingum, sum hava mist tolið við ferðasambandinum um Nólsoyarfjørð

Tá hann hevði tikið ímóti teimum 700 undirskriftunum frá nólsoyingunum, sum mótmæla ferðasambandinum um Nólsoyarfjørð, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at arbeitt verður bæði við einari stutttíðarloysn fyri Nólsoyarleiðina og eini heildarætlan fyri Strandferðsluna.

Stutttíðarloysnin umfatar eisini Erlu Kongsdóttir, sum í løtuni er tikin úr sigling.

Ternan, sum er til klassingar, fer væntandi aftur í sigling í februar.

Ein heildarætlan skal gerast um at byggja nýggj strandfaraskip næstu árini, sigur Jørgen Niclasen.

Tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum í 2023, verður Teistin tøkur, men hann kann ikki brúkast á Nólsoyarfarleiðini, tí hann er ov stórur til havnina í Nólsoy.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444