Sí myndirnar: Nólsoyingar mótmæla í Tinganesi

Nólsoyingar krevja, at tað beinan vegin verður farið at bygga nýggja og hóskandi ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Samstundis skal farleiðin tryggjast alt fyri eitt.

Tað fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, at vita frá nólsoyingum í morgun, tá teir handaðu landsstýrismanninum mótmælisskriv við 700 undirskriftum.

Sagt verður í mótmælisskrivinum, at seinastu vikurnar hava fólk í Nólsoy livað í einari ótolandi óvissu, tí tey vita ikki, nær tey sleppa til arbeiðis um morgunin, og nær tey sleppa til hús aftur.

- Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit, at okkurt munagott verður gjørt beinan vegin, stendur í mótmælisskrivinum, sum varð handað landsstýrismanninum í morgun.

Hýrurin var annars góður á mótmælisfóllkunum, sum eisini sungu fyri Jørgeni Niclasen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.

Er kopiera