Býráðslimur: Kortanei til felags brennistøð

17.01.2020 - 14:13
InnlendisPolitikkur
Býráðslimur: Kortanei til felags brennistøð
Ivasamt um meiriluti er í Tórshavnar býráði fyri at byggja brennistøð saman við IRF

30. januar fer Tórshavnar býráð at viðgera eitt uppskot um at byggja felags brennistøð saman við hinunum kommununum í IRF.

Men ivasamt er, um meiriluti er fyri uppskotinum.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur, sum er í minnilutanum, sigur kortanei.

Hann sigur, at Tórshavnar kommuna fær onga ávirkan, hóast høvuðsstaðarkommunan er tann størsta í landinum.

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at ein felags brennistøð er tað skilabesta.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV