- Tíðindi, mentan og ítróttur
IRF framvegis onga viðmerking um brennistøð
21.01.2021 - 15:45
Aktuelt›Politikkur
IRF framvegis onga viðmerking um brennistøð
IRF hevur einki frætt frá Tórshavnar kommunu

Undanfarni býráðsmeiriluti í Havn var fyri at byggja eina felags brennistøð fyri alt landið, men nýggi býráðsmeirilutin sigur nei
Leiðslan í IRF hevur framvegis ongar viðmerkingar um avgerðina hjá meirilutanum í Tórshavnar býráð um ikki at leggja saman við IRF.
IRF hevur annars havt nevndarfund í dag - í Havn.
Men ongar viðmerkingar eru frá IRF enn, tí IRF hevur eingi skrivlig boð fingið frá Tórshavnar kommunu.
Vita ikki meira
IRF veit ikki meira enn onnur vita, og tað er fráboðanin, sum kom á tíðindafundi fyrst í árinum.
Í samstarvsskjalinum hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í býráðnum í Tórshavnar kommunu stendur stutt og greitt:
Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV