Skulu steðga hummarafiskiskapi áðrenn mánadagin

13.07.2019 - 09:26
InnlendisVinna
Skulu steðga hummarafiskiskapi áðrenn mánadagin
Sólarn og Marni Isaksen hava fiska hummara síðani 1986, men hava nú fingið harraboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um at gevast

Brøðurnir Sólarn og Marne Isaksen hava fingið boð um, at teir skulu steðga við hummarafiskiskapi í økinum uttanfyri Skálatoftir í Haraldssundi.

Bakkafrost hevur havt aliloyvi í økinum síðani 2015, men vilja nú seta nýggjar ringar út í økinum, soleiðis at ringarnir nú liggja har, sum hummararúsurnar hava ligið. 

Isaksen brøðurnir føla seg trýstir alsamt longur út av fjørðinum, til tað nú ikki er nakað øki egna til hummarafiskiskap eftir. 

Sólarn Isaksen sigur, at teir ikki vórðu hoyrdir, tá aliloyvið upprunaliga varð givið alirisanum í 2015. Sambært honum gloymdi Heilsufrøðiliga starvsstovan at hoyra brøðurnir, hóast teir hava fiska hummara í Haraldssundi síðani 1986.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV