Veit einki um avtalu millum alarar og hummarabátar

Veit einki um avtalu millum alarar og hummarabátar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni
 
11.11.2016 - 10:01

Ongin avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni. 

Kári P. Højgaard vildi millum annað vita, um landsstýrismaðurin hevur kunnleika til, at alifeløg mugu rinda stórar upphæddir til hummarafiskarar aftur fyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi. 

Veit einki um avtalur

Høgni Hoydal sigur seg einki vita um avtalur, ið eru gjørdar millum alifeløg og hummarafiskarar, men tílíkar avtalur eiga ikki at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður.

Tað er ikki ólógligt at gera slíkar avtalur, men tað er ikki rætt, at privat gera avtalu sínamillum um virksemi, sum er skipað við almennari lóggávu, sigur Høgni Hoydal.

Myndugleikarnir, sum umsita hummarafiskiskap og aling, eru ikki bundnir av møguligari avtalu, sum er gjørd millum eigarar av hummarabátum og alarar. Og tílíkar avtalur hava ikki týdning fyri, hvussu lóggáva ella myndugleikar skipa og viðgera hesi øki, sigur Høgni Hoydal. 

Tørvur á samskipan

Umrøður í fjølmiðlunum um avtalur millum alifeløg og hummarafiskarar vísa, at tørvur er á betri samskipan av ymiskum virksemi á sjónum, sigur landsstýrismaðurin.

Eisini er neyðugt at fáa betri vitan um, hvar hummarafiskiskapur fer fram, so tað í størri mun kann vera gjørligt at samskipa virksemið soleiðis, at alarar og hummarafiskarar kunnu virka uttan at tarna hvør øðrum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV