Hava fund um kæruna seinni í vikuni

14.03.2016 - 12:53
InnlendisPolitikkur
Hava fund um kæruna seinni í vikuni
Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar í kæruni frá Eivindi Jacobsen um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu

Landsstýrismálanevndin fer í vikuni at taka støðu til, um hon fer at viðgera kæruna upp frá Eivindi Jacobsen av Strondum um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Eivind Jacobsen hevur kært Kristinu Háfoss fyri landsstýrismálanevndini, millum annað fyri handfaringina av brævinum frá Fíggjarligum Støðufesti í skattamálinum hjá Eik banka.

Landssttýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin, men hon vil hava greiði á nøkrum viðurskiftum, áðrenn støða verður tikin til, um nevndin fer at taka kanna kæruna, sigur Bárður Kass Nielsen, formaður í nevndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537