Páll á Reynatúgvu í tingið 1. februar

Páll á Reynatúgvu í tingið 1. februar
Kristina Háfoss hevur biðið um farloyvi, nú hon verður stjóri í Norðurlandaráðnum
Páll á Reynatúgvu var løgtingsformaður í seinasta valskeiði
 
21.01.2021 - 11:46

1. februar tekur Páll á Reynatúgvu aftur sæti á Løgtingi fyri Tjóðveldi. 

Kristina Háfoss hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum, nú hon tekur við nýggjum starvi sum stjóri í Norðurlandaráðnum, og fyrsti varamaður fyri hana er Páll á Reynatúgvu á Sandi.

Við in.fo sigur Páll á Reynatúgvu, at hann hevur gjørt av at taka av møguleikanum at taka við tingsessinum.

Páll á Reynatúgvu hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður í nógv ár. Í seinasta valskeiði var hann løgtingsformaður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV