Endurstovna ikki Norðuratlantsbólkin

bannari
23.06.2015 - 11:34
Endurstovna ikki Norðuratlantsbólkin
Bæði Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale, fólkatingsmenn, ætla at samstarva við grønlendsku flokkarnar

Norðuratlantsbólkurin verður ikki endurstovnaður.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann var í gjár á fundi við IA á Christiansborg. Men formaðurin í Tjóðveldi ætlar kortini at fáa samstarv í lag við hinar norðuratlantisku flokkarnar.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at flokkurin er sinnaður at samstarva við Tjóðveldi, IA og Siumut, og at støða verður tikin í hvørjum einstøkum máli.

Eisini ber til at gera verkætlanir saman, eins og Javnaðarflokkurin gjørdi saman við Sambandsflokkinum, sigur Sjúrður Skaale.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303