Krav um 20 prosent av innvøli er grundarlag undir lýsiframleiðslu

Krav um 20 prosent av innvøli er grundarlag undir lýsiframleiðslu
Livravirkið á Eiði gav skarvin yvir í 2009, men var politiskt krav tá, at størri nøgdir av innvøli skuldu lands, hevði støðan verið øðrvísi, sigur fyrrverandi stjórin
Nú verður gjørd ein politisk roynd at krevja innvøl av fiski lands, men mótstøðan er stór. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.04.2024 - 14:20

Eitt krav um at taka 20 prosent av innvøli av fiski til lands hevði verið grundarlag undir góðari framleiðslu av lýsi, og eitt virki hevði verið ført fyri at rinda góðan prís fyri rávøruna.

Tað heldur Eyðun Gaardbo, fyrrverandi stjóri á livravirkinum, Faroe Marine Biotech, á Eiði.

Ov lítið av rávøru hevði við sær, at framleiðslan var ov lítil, og virkið kom í gjaldføristrupulleikar.

Tí noyddist livravirkið á Eiði í 2009 geva skarvin yvir. Men hevði eitt politiskt krav tá verið, at størri nøgdir av innvøli skuldu til lands, so hevði støðan verið øðrvísi, sigur Eyðun Gaardbo. 

Eisini tá var mótstøða í fiskivinnuni ímóti at taka innvølin til lands.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

04042024_Innvolur_til_lands


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774