Norðurlond mugu vera tilbúgvin til ófrið

Norðurlond mugu vera tilbúgvin til ófrið
Tað er umráðandi, at vit hava eina felags fatan og eina felags ætlan um trygdina hjá Norðurlondum, heldur Bryndis Haraldsdóttir, forkvinna í Norðurlandaráðnum
08.04.2024 - 19:25

Tey eru 250 fólk í tali, sum í hesum døgum fundast í Havn. Tingfólk, ráðharrar, ungdómspolitikarar, embætisfólk og serfrøðingar. Tey skulu øll umrøða trygdarpolitisku støðuna í Norðuratlantshavi. Tað hevur Ísland gjørt av, sum í løtuni hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum.

Norðurlondini, sum eru grannar við Russland, Finland, Noreg og Svøríki, hava ávara borgararnar um, at støðan er ótrygg. Vandin fyri at vera álopin er til staðar, og tí skal hvør einstakur vera tilbúgvin. Men vit her í útnorðri eiga eisini at vera tilbúgvin, heldur Bryndís Haraldsdóttir.

Veðurlagsbroytingarnar eru eisini ein orsøk til at hugsa um trygdina í Norðuratlandshavi, heldur forkvinnan í Norðurlandaráðnum.

Ein felags norðurlendsk verja hevur onkuntíð verið upp á tal, og tað heldur Bryndis Haraldsdóttir vera eitt gott hugskot.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444