Ursula hevði stóran kekk við til Grønlands

Ursula hevði stóran kekk við til Grønlands
Knappar 700 milliónir krónur hevði Ursula von der Leyen við sær, tá hon í dag vitjaði í Grønlandi
15.03.2024 - 19:24

Í gjár vóru Føroyar á skránni og í dag var tað Grønland. Almennu ørindini hjá Ursulu von der Leyen vóru formliga at lata upp arktisku ES skrivstovuna í Nuuk.

Men við sær hevði ES-nevndarforkvinnan eisini ein stóran posa av pengum. ES stuðlar grønlendsku útbúgvingarskipanini við 530 milliónum krónum í ár og næsta ár.

Harumframt stuðlar ES grøna orkuskiftinum við 164 milliónum krónum.

Framman undan eru 250 milliónir krónur í beinleiðis stuðuli frá ES á grønlendsku fíggjarlógini fyri í ár.

Afturfyri hevur ES áhuga í at samstarva um virðismiklu ráðevnini, sum eru í grønlendsku undirgrundini.

Og so var tað eisini hetta við evropeisku familjuni.

Men grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, lat seg ikki tøla av føgru orðunum úr Evropa.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV