Norðurlond seta trygdina í Føroyum á dagsskrá

Norðurlond seta trygdina í Føroyum á dagsskrá
Norðurlendskur verjufundur hevur verið í Havn í gjár og í dag, men tað eru ikki Føroyar, ið hava staðið fyri fundinum. Tað var danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, vísir til Troels Lund Poulsen, danska verjumálaráðharran, ið hevði sett norðurlendsku verjumálaráðharrunum stevnu í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2024 - 13:12

Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharrin, vildi hava norðurlendsku verjumálaráðharrarnar til Føroya at fundast um trygdina í Norðurhøvum, tí kjakið um trygdina her er eitt týdningarmikið kjak, ið má takast nú. 

Tað váttar Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.

240430_NET_TROELS

 

Danmark hevur í løtuni formansskapin í norðurlendska verjufelagsskapinum NORDECO, og Danmark ynskti at hava fundin í Føroyum, tí trygdarpolitiska støðan krevur, at sjóneykan verður sett á trygdina í Norðuratlantshavi.

 

Verjumálaráðharrarnir skrivaðu í morgun undir eitt semjuskal, um hvussu farast skal fram á verjuøkinum millum Norðurlond næstu árini, nú Svøríki og Finland eru vorðin limir i NATO.

 

Finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkänen, og svenski starvsfelagin, Pål Jonson. 

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen hava verið vertir. Men tað var Troels Lund Poulsen, ið hevði biðið um at fáa fundin í Føroyum.

Meira verður at frætta í Degi og viku í kvøld. 

 

FAKTA
NORDEFCO ella Nordic Defence Cooporation varð stovnað í 2009.
Tað vóru tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini, Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, ið stovnaðu verjufelagsskapin.
Londini skiftast um at hava formansskapin.
Í 2024 er tað Danmark, ið hevur formansskapin, og tí er Troels Lund Poulsen, danski verjumálaráðharrin, formaður.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV