- Vit mugu taka hattin av fyri Sicko, Daszek og Syprzak

bannari
- Vit mugu taka hattin av fyri Sicko, Daszek og Syprzak
Verjuspælið riggaði ikki nóg væl, og póllendingarnir vóru kroppsliga við yvirlutan. Tað segði venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, eftir 32-28 tapið fyri Póllandi
15.01.2024 - 21:43

Verjuspælið hjá føroyska hondbóltslandsliðnum var ikki nóg gott. Tað viðgekk venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, eftir32-28 tapið fyri Póllandi í dag.

 - Vit mugu taka hattin av fyri Sicko, Daszek og Syprzak. Tað vóru teir, sum særdu okkum, segði venjarin.

 - Kroppsliga vóru teir við yvirlutan, og tí fingu vit ikki tey kontramálini, sum eg undan dystinum segði, at vit høvdu brúk fyri. Vit fingu tvey, og so vinna vit ikki í dag.

Peter Bredsdorff-Larsen rósti kortini avrikinum hjá føroysku spælarunum.

 - Hetta eru jú Champions League-toppspælarar úr Kielce og París, sum vit tapa fyri í dag.

Ert tú errin av avrikinum samanlagt í dystinum í dag?

 - 
Ja, ja, hetta er fullkomuliga outstanding, segði danski venjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843