Dómaralinjan var hørð

bannari
Dómaralinjan var hørð
Føroysku verjuspælararnir høvdu úr at gera við at halda stóra strikuspælaranum, Kamil Syprzak, men linjan hjá dómarunum var hørð, helt Pætur Mikkjalsson eftir tepra tapið
15.01.2024 - 19:29

Føroyar høvdu stórar avbjóðingar í verjunspælinum ímóti Póllandi. Szymon Sicko úr Kielce er ein hin besti skjúttin í evropeiskum hondbólti, og inni á strikuni stóð risastóri Kamil Syprzak úr Paris Saint-Germain, sum vigar ikki minni enn127 kilo.

Umframt hetta, var linjan hjá dómarunum rættiliga hørð, helt Pætur Mikkjalsson.

 - Tað var hart, serliga tí, at vit sleppa ikki ordiliga at berjast við strikuspælaran. Vit eru samdir um á strikuni, at linjan er øgiliga hørð viðvíkjandi at halda í blusuni og yvirhøvur bardaganum í tí, greiddi Pætur Mikkjalsson frá.

 - Tað ger, at tað er øgiliga ringt at sleppa rundan um ein mann, sum er 2 metrar og 10. Teir hava jú ein ekstremt góðan skjútta, Sicko, sum spælir vintri bakkur og verður kryssaður upp av spælskiparanum. Hvørki eg ella Petur (Krogh) fáa tak á honum.

Szymon Sicko var pólskur toppskjútti við 10 málum, meðan Kamil Syprzak skoraðu níggju.

 - Vit eru sjálvandi ikki nøgdir, segði Pætur Mikkjalsson um dystin.

 - Serliga við verjupartin. Vit vildu fegnir vinna, so vit vórðu seedaðir hægri til HM og EM næstu ferð, men so verður ikki. Vit mugu bara upp aftur á hestin, og gera sama arbeiðið umaftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843