VIDEO: Binda og hekla í fríkorterinum

VIDEO: Binda og hekla í fríkorterinum
"Málið er at skapa eitt rúm, har tað kreativa kann blóma," sigur Súsanna Brekku, lærari í Skúlanum við Løkin, sum hevur tikið stig at binda saman við næmingum í fríkorterunum
01.11.2023 - 17:42

Í Skúlanum við Løkin í Runavík hava nakrir lærarar tikið stig til at binda og hekla saman við næmingunum í fríkorterum. 

"Tað hevði verið ordiliga hugnaligt, um tað bleiv vanligt hjá næmingunum at binda og vera kreativ," heldur Súsanna Jórunnardóttir Brekku, lærari, ið er ein at stigtakarunum.

Næmingarnir hava eisini tikið væl ímóti møguleikanum at binda og hekla saman við lærarunum. 

"Eg haldi, at tað er stuttligt at gera okkurt øðrvísi enn tað, vit plaga at gera í fríkorterunum - at gera okkurt kreativt," heldur Alfred Ferdinand Herlufsen úr 6b í Skúlanum við Løkin. 

Súsanna Jórunnardóttir Brekku, lærari, við so avgjørt viðmæla øðrum skúlum at royna okkurt líknandi. 

Innslagið hevur Tróndur Sjúrðarson úr Skúlanum við Løkin, ið hevur verið í starvsvenjing í Kringvarpi Føroya, gjørt. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537