VIDEO: Myndir av føroyskum kjøti hugtóku Heiðrik

VIDEO: Myndir av føroyskum kjøti hugtóku Heiðrik
Klokkan 15 í dag lat Heiðrikur á Heygum upp framsýningina "Kjøt" í Müllers Pakkhúsi í Havn. Kom við listamanninum ein rundtúr á framsýningini
31.03.2023 - 15:00

Framsýningin "Kjøt" hongur uppi í Müllers Pakkhúsi frá í dag av og er opin hvønn dag fram til 9. apríl.

"Kjøt" er samansett av níggju stórum vatnlitsmálningum, har listamaðurin Heiðrikur á Heygum hugleiðir um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum.

"Í flestu londum verða djór dripin og slaktað handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum og skifta tað út við glampandi plasti. Reinsa kjøtið, so tað sær snotiligt út og er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit, tá ið vit síggja tað í søludiskunum. Men er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvat er munurin? Tað er alt kjøt," greiðir Heiðrikur á Heygum, listamaður, frá. 

>>Sí eisini myndirnar, ið myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, tók av "Kjøt". 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537