Putin: Ukrainskir landspartar eru nú russiskir

bannari
Putin: Ukrainskir landspartar eru nú russiskir
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur nú lagt fýra ukrainsku landspartar inn undir Russland
30.09.2022 - 20:11

Stórt hátíðarhald í Kreml í dag, nú fýra landspartar, har eysturi í Ukraina, alment verða lagdir inn undir Russiska samveldið:

Landspartarnir Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson, eru partvíst undir russiskum ræði.

Fyri viku síðani byrjaði ein sonevnd fólkaatkvøða í øllum landspørtunum.

Hon endaði týsdagin og stórur meiriluti var í øllum landspørtunum at leggja saman við Russlandi.

 

ST góðkennir ikki fólkaatkvøðuna

ST, og tey flestu londini í vesturheiminum góðkenna ikki fólkaatkvøðurnar og siga tær vera í stríð við fólkarættin:

Stutt eftir at Putin legði teir fýra ukrainsku landspartarnar inn undir Russland, boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá, at Ukraina í dag hevur biðið um at gerast limur í NATO.

Ukrainski forsetin gjørdi eisini greitt, at landspartarnir verða tiknir aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774