Fiskar eftir breiðari semju

Fiskar eftir breiðari semju
Landsstýrismaðurin bíðar nakrar dagar við at bera lógaruppskotið um veiðigjøld í løgtingið, hóast freistin er í morgin.
25.02.2021 - 20:04

Landsstýrismaðurin hevur boðið andstøðuni aftur á fund í næstu viku.

Ymisk prosentgjøld

Prosentgjøldini verða ymisk - hægst fyri makrel, og so nakað lægri fyri norðhavssild og svartkjaft.

Tey skulu finnast á tann hátt, at fyrst verður miðal avrokningarprísurin roknaður út fyri eitt tíðarskeið frá 1.juli til 30.juni. Her eru prísirnir, sum verksmiðjuskipini fáa, tiknir úr roknistykkinum. Tey fáa vanliga hægri prís, tí fiskurin verður virkaður umborð.

Miðalprísurin verður so settur inn í eina tabell, har ein lágur miðalprísur gevur lágt prosentgjald, meðan høgur miðalprísur gevur hægri prosentgjald. 

Við hesum roknistykkinum verður veiðigjaldið fyri 1.august til 31.juli árið eftir ásett.

Er miðalprísurin á makreli til dømis seks krónur fyri kilo, og prosentgjaldið 25, so merkir tað, at árið eftir skal vinnan gjalda 1,50 kr í veiðigjaldi.

Fyri botnfiskin í Barentshavinum verður sama prinsipp galdandi - men her verður veiðigjaldið roknað við støði í miðalprísinum á toski, sum er seldur á Fiskamarknaðinum, kalendaraárið frammanundan. 

Landsstýrið hevur lagt gjøldini soleiðis, at tey við verandi prísum og nøgdum geva umleið 300 milliónir krónur í landskassan. Tað er ein politisk semja, ásett í samgonguskjalinum.

Hetta útgangsstøði er alt ov lágt sett, heldur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843