Lærarin komin at stuðla Rólandi

bannari
Lærarin komin at stuðla Rólandi
Ein av stuðlunum hjá Rólandi Toftum á Oyggjaleikunum er ítróttarlærarin hjá honum á Miðnámsskúlanum í Hovi
09.07.2019 - 21:27

Tvey kvøld á rað hevur Róland Toftum vunnið bringusvimjing á Oyggjaleikunum og sett føroysk met.

Og ein av stuðlunum hjá honum er ítróttarlærarin á miðnámsskúlanum í Hovi, Magni eystan Á. Hann hevur verið lærari hjá Rólandi øll árini á miðnámi og hevur fylgt venjingini hjá honum eisini.

Eg eri blivin góður við Róland, sigur Magni eystan Á, sum fekk maskottin, sum Róland fekk saman við gullinum, frá 21 ára gamla vágbinginum. 

Róland Toftum vann 50 metrar bringu, og hann setti føroyskt met við tíðini 28:32.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537