Allarbesta Anja

bannari
Allarbesta Anja
Bogaskjúttin Anja Eydnudóttir vann fimm gullheiðursmerki av fimm møguligum á oyggjaleikunum
29.06.2017 - 18:35

Tá ið heiðursmerkjahandanin fyri bogaskjóting varð avgreidd fyri løtu síðan, varð Merkið vundið á stong heili sjey ferðir til heiðurs fyri teimum sjey sigrunum hjá føroysku bogaskjúttunum.

Stórsti vinnarin var compoundskjúttin Anja Eydnudóttir, sum vann alt, ið vinnast kundi hesar leikirnar.

Fult hús í gulli var meira, enn Anja tordi at droyma um, áðrenn leikirnir byrjaðu, og norski venjari hennara, Morten Bøe, eigur stóran lut í heiðrinum, sigur hon. 

Føroysku bogaskjúttarnir vunnu tilsamans sjey gull, eitt silvur og seks bronsuheiðursmerki hesar oyggjaleikirnar, og sostatt eiga tey stóran part í, at Føroyar framvegis eru ovast á samlaða heiðursmerkjalistanum.

Tí verður eisini stórur saknur í teimum, tá ið leikirnir verða hildnir í Gibraltar um tvey ár, tí tá verður ongin bogaskjóting.

Foto og klipp: Ragnar A. Jacobsen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012