»At vinna heimin«

bannari
»At vinna heimin«
Ungi svimjarin Pál Joensen dylir ikki fyri, at hann er við fyri at vinna. Og vágbingurin er veruliga farin undir eina verkætlan, sum spreingir øll m
30.04.2009 - 17:29

Pál Joensen hevur svomið seg fram millum teir allarfremstu og er nú millum tíggju teir skjótastu svimjarnar í heiminum á bæði 800 og 1500 metrum. Orsøkin til stóru framgongdina er ikki einans góðar gávur, men eisini ein óvanliga hørð og drúgv venjing, har tað verður farið vísindaliga til verka.

Í sendingini vitja vit í Vági, har vit fáa eitt innlit í venjingina, sum lættliga kemur upp móti 40 tímum um vikuna. Og stendur tað til Pál og venjaran Jón Bjarnason, so er hetta einans byrjanin. Pál er við sínum 18 árum millum yngstu svimjarnar í heimselituni, men hann hevur sett sær tað mætasta málið, nevnliga at vinna OL gull fyri Føroyar.

Lagt til rættis: Ivan Niclasen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444