91 ára gamli Olaf hevur smíðað einar 400 trappur

Olaf Haldansen úr Vestmanna er 91 ár. 

Hann er snikkari og er serliga kendur fyri sínar trappur, sum nærkast 400 í tali.

 Í summar fór kanska hin síðsta trappan úr verkstaðnum á Bakkavegi 55 í Vestmanna.

Myndir: Eyðun Müller Thomsen

Finnur Koba, journalistur, og Eyðun Müller Thomsen, myndamaður, hava fylgt Olafi og hansara (kanska) síðstu trappu. 

Hóast Olaf gavst at roykja fyri tíggju árum síðani, so er pípan framvegis hansara fasti fylgisveinur. 

Olaf vísir, hvussu hann hevur teknað trappuna upp.

Hann sigst hava eitt óvanliga gott eygamát. 

Pennastrokini síggja út sum krussidullir, eisini fyri aðrar royndar timburmenn; men tað er skil í tekningunum.

Tá trappan er liðug, plagar hon at passa sum fótur í hosu.

Olaf arbeiðir seks dagar um vikuni. Sunnudag hevur hann frí.

Orkan er ikki, sum hon var. Nú arbeiðir hann hálva tíð - frá kl. 13 til 18.

Í dag fæst hann fyri tað mesta við smærri byggiarbeiði, so sum skáp og hvølpalás. Eisini setir hann møblar í stand.

Uttan mun til, hvussu nógv Olaf hevur havt at gera í snikkaraverkstaðnum, so fer eingin tíðindasending í útvarpinum afturvið borðinum. 

Tá klokkan er 13, 14, 15, 16, 17 og 18, so situr Olaf í horninum og lurtar eftir tíðindunum.

Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Olafi.

Snikkaraverkstaðurin brendi síðst í 80'unum.

Hann bygdi ein størri inni á Fjørð í Vestmanna, sum fór á húsagang í kreppuni.

Men um aldarskiftið eydnaðist at byggja gamla verkstaðin á Bakkavegi upp aftur.

Fyri einum ári síðani seldi Olaf verkstaðin við teirri treyt, at hann sleppur at vera verandi har, inntil hann ikki orkar meira.

Rætt skal vera rætt. Olaf er ikki einsamallur um hesa trappuna. Kristen Johansen, sum eisini er timburmaður, hevur fingið til uppgávu at gera eini hús í Leynum liðug.

Av tí at trappan er heilt serlig, bað hann Olaf um at hjálpa sær at tekna trappuna upp, sum nú verður gjørd og sett saman í verkstaðnum hjá Olafi.

Ongar skrúvur ella seymar síggjast.

Her verða træpropparnir avhølvaðir, áðrenn trappan er klár at fara úr verkstaðnum.

Kanska seinasta trappan er farin úr verkstaðnum hjá Olafi Haldansen í Vestmanna.

Men 91 ára gamli Olaf Haldansen hevur ongar ætlanir um at gevast enn.

Ordrabókin er full restina av árinum, sigur hann.

Brellbiti

Jóladag senda vit forkunnuga sending um 91 ára gamla Olaf. Brellbiti sæst niðanfyri. 

Sendingin er eisini at finna á heimasíðu okkara

Olaf_og_trappan_REYP

Olaf & trappan
Hvar: Í sjónvarpinum
Nær: Jóladag, 25. desember
Kl.:  20.05
 

Er kopiera