Útheimurin

Av ótta fyri, at al-Qaida skuldi leypa á, hava ómannað amerikansk flogfør - tey verða eisini nevnd dronur - dripið sjey al-Qaida-limir í Jemen, sum illgruni er til, sigur franska tíðindastovan, AFP

Amerikanski forsetin, Barak Obama, fer, eftir øllum at døma á G 20 toppfund í Sankta Pætursborg, hóast ósemja hevur verið millum Russland og USA seinastu tíðina

Ein samrøða millum tveir al-Keida-leiðarar var ein av høvuðsorsøkunum til, at fleiri amerikanskar sendistovur í Miðeystri og NorðurAfrika eru stongdar

Stórur partur av forstaðunum í Damaskus liggur í oyði. Men uppreistrarfólkið stríðist kortini framvegis

Í Italia hevur Silvio Berlusconi sagt, at hann fer at stuðla stjórnini

Órógvin á partabrævamarknaðinum í juni varð í juli avloyst av eini støðugari framgongd. Framgongdin var serliga galdandi fyri marknaðirnar í USA og Evropa, sum eru á sama støði sum undan búskaparliga ófriðinum

Tunesiski herurin boðar frá, at ein stór hernaðaratsókn er í gongd móti einum bólki av islamistum á markinum til Algeria

Í eini sjónbandaupptøku er Berlusconi í øðini inn á Hægstarætt í Italia, sum júst hevur staðfest ein fongsulsdóm

Ariel Castro hevði Michelle Knight, Amanda Berry og Gina DeJesus sum fangar. Nú hevur hann fingið lívstíðardóm

Forsetavalið í Zimbabve er ein glantrileikur, sigur Morgan Tsvangirai, forsætisráðharri í Zimbabve

Síður